Kringvarp Føroya
Fólksins lógStjórnarskipanin er til almenna hoyring til 25. august.
Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipan komandi ár, um samgongan fær sín vilja. Men stór ósemja er um, hvat skal standa í stjórnarskipanini.
Í sendirøðini Fólksins lóg fara vit aftur um aktuella uppskotið og spyrja: Hvat er ein stjórnarskipan og hvat kann hon brúkast til?
Hvør er søgan aftanfyri aktuella stjórnarskipanarkjakið?
Hvørjar eru grundleggjandi politisku og løgfrøðiligu ósemjurnar í sambandi við stjórnarskipanina?