Øll menniskju uppliva, at lívið og gerandisdagurin eru á tremur við avgerðum, bæði stórum og smáum. Men er menniskjan grundleggjandi ein fræls vera? Ella eru vit bert úrslit av lívfrøðiligum arvi og sosialum og mentanarligum umstøðum?
Er okkara uppliving av einum fríum vilja okkurt, sum vit billa okkum? Ella eru vit harrar í egnum lívi við teimum fortreytum, sum vit hvør sær eru fødd inn í?
Í dag spyrja vit Magnus Gaard, lívfrøðing, Súsonnu Skaale, sálarfrøðing, Dorit Hansen, cand. mag. í søgu og enskum og Jógvan D. Hansen, heimspeking: Er menniskjan ein fræls vera?
Podchaser is the ultimate destination for podcast data, search, and discovery. Learn More