Podchaser Logo
Home
Sjónarhornið

Kringvarp Føroya

Sjónarhornið

A weekly News podcast
Good podcast? Give it some love!
Sjónarhornið

Kringvarp Føroya

Sjónarhornið

Episodes
Sjónarhornið

Kringvarp Føroya

Sjónarhornið

A weekly News podcast
Good podcast? Give it some love!
Rate Podcast

Episodes of Sjónarhornið

Mark All
Search Episodes...
Seinastu tíðina hava nógvar røddir verið frammi í fjølmiðlunum um forskúlar í Føroyum - fyri og ímóti. Tað eru tey, sum fegin vilja hava fleiri forskúlar, meðan onnur halda tað verða skeivt at koyra børn í skúla longu um 6 ára aldur. Tveir gest
Hetta er háárstíðin fyri føroyska ferðavinnu. Fyrsti útlendska ferðamannaskipið var á Havnini í gjár, og vit byrja so smátt at síggja fremmand ferðafólk í gøtunum. Vit fara at tosa við nøkur teirra, sum arbeiða í føroysku ferðavinnuni.Hoyrið
Støðan hjá útróðrarflotanum er vánalig. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit nógvar útróðrarmenn og útróðrarbátar, men nú eru bert heilt fáir eftir. Spurningurin er, um føroyskur útróður er við at hvørva, ella um útróðurin stendur at bjarga.Hoyri
Hósdagin, skulu Føroyar saman við Danmark og Grønlandi lata ST áttandu frágreiðingina um um kvinnurættindi. Bergljót Debes Hentze hevði kvinnurættindi á skránni í Eyðgleiðingini í Góðan Morgun Føroyar týsmorgunin.Hoyrið meira í Sjónarhorni
Leigunevndin avgreiddi í fjør 26 mál um ósemjur millum tey, sum leiga, og tey, sum leiga út. Fýra mál vórðu víst burtur. Vit tosa við nevndarformannin í Leigunevndini, Andrass Holm Arge. Hoyrið meira í Sjónarhorninum!
Við jøvnum millumbili stendst øsing um Kringvarp Føroya. Seinastu tíðina er tað ein avtala, sum leiðslan í Kringvarpinum hevur gjørt við eitt felag um sponsor-innsavnan, ið hevur elvt til øsing.Avvarandi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, hevur f
1. mai er enn ein dagur, sum hevur týdning fyri bæði fakfeløg og land. Tað halda tveir formenn og ein forkvinna í trimum av stóru fakfeløgunum. Í sendingini setur Erland Viberg Joensen søguna hjá arbeiðararørsluni í perspektiv, og Bergur A. Dal
Føroysk aling hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini, og føroyskur alilaksur telist millum heimsins besta. Men fyri at tryggja alingina í framtíðini er neyðugt við gransking, og í løtuni eru føroyingar við í fleiri granskingarverkætlanum
Ákoyringarnar á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, vóru ógvusligar í tinginum í farnu viku. Høgni Hoydal legði landsstýrismannin undir at arbeiða sum best ber til, og Kristina Háfoss samanbar landsstýrismannin við Nixon-for
Í 2012 fekk Kvinnuhúsið í Havn 624 áheitanir um hjálp av ymsum slag, 331 snúðu seg um beinleiðis harðskap. 55 kvinnur við útlendskum uppruna vendu sær eisini til Kvinnuhúsið. Hetta sama tíðarskeiðið gistu 15 kvinnur og 6 børn í Kvinnuhúsinum.
30. apríl í 2012 lovaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at finna alternativa fígging til nýtt havrannsóknarskip. Men tað eydnaðist honum kortini ikki, og enn er nýggja havrannsóknarskipið ikki komið longur enn til tekningarnar og eina lidn
Mánadagin andaðist fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Margaret Thatcher. Thatcher var kend fyri sína beinhørðu framferð í politikki. Nøkur elskaðu hana, meðan onnur hataðu hana. Vit fara at tosa um hendan umstrídda enska politikaran.Ho
Leingi høvdu vit Føroya kommunufelag, sum var felagsskapur hjá flestu kommununum í Føroyum. Men í 1999 stovnaðu stóru kommunurnar Kommunusamskipan Føroya. Í byrjanini vóru 6 kommunur í nýggja felagnum, men síðan eru fleiri lagstar aftrat. Spurn
Spenningurin millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin er øktur seinastu vikurnar. Stjórnin í Norðurkorea hevur millum mangt annað hesa seinastu tíðina hótt við at leggja bæði USA og Suðurkorea í oyði. Spurningurin er, um hett
Sárbærir og ússaligir sjúklingar noyðast stundum at liggja úti á gongini, tá teir eru innlagdir á sjúkrahúsi. Hetta evnið hava vit viðgjørt í Sjónarhorninum fyrr, og nú taka vit tað uppaftur. Marjun Thomsen, cardiologiskur sjúkrarøktarfrøðingur
Aftur hetta seinasta vikuskifti hoyrdu vit um ógvusligan og beinleiðis vandamiklan harðskap millum ung í náttarlívinum. Ein ungur maður varð so illa viðfarin, at hann í skundi varð sendur av landinum til viðgerðar. Í Sjónarhorninum í dag spyrja
Í nógv ár hevur verið funnist at, at føroyska mjólkin er ov kostnaðarmikil. Í 2015 tekur ES so allar mjólkarkvotur av, og tað kann lættliga herða kappingina á evropeiska mjólkarmarknaðinum. Og verður mjólkin í Evropa bíligari, er spurningurin,
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur skotið upp, at røktarsjúklingar á sjúkrahúsum skulu gjalda, um teir verða liggjandi á sjúkrahúsi eftir lidna viðgerð. Uppskotið hevur lopið øði í fólk, men spurningurin er, um nøkur verulig orsøk er til he
Týsdagin var val til ísraelska tingið, Knesset. Roknað varð við, at forsætisráðharrin seinastu fýra árini, Benjamin Netanyahu, og hansara stjórn, fóru at vinna valið lættliga. Men tá talt varð upp týskvøldið sá út til, at sitandi stjórn fekk 61
Í longri tíð bar ikki til at borðreiða við føroyskum seyðakjøti á føroyskum matstovum, men tað er nú loyst. Verri er við føroyskum kálva- og neytakjøti. Trupult er eisini at borðreiða við øðrum føroyskum mati, til dømis kræklingi. Vit skifta or
Val er í Føroya Fiskimannafelag í hesum døgum. Atkvøðuseðlarnir skulu vera inni 30. januar í 2013, og talt verður upp 31. januar. Umframt sitandi formann bjóða eisini tveir aðrir seg fram at stjórna Fiskimannafelagnum næstu trý árini. Seinastu
Hóast serfrøðingar, stovnar og fakfeløg ávara harðliga ímóti at stongja Landsbankan, so verður hann stongdur kortini. Men í staðin fyri at taka bankan av á Nýggjárinum, mælir ein meiriluti í Fíggjarnevndini til at stongja hann 1. apríl í næsta
Ágangurin á kristin úti í heimi er stórur, millum annað í Egyptalandi, Norðurnigeria og Irak. Og her heima eru eisini rembingar í hesum døgum. Nýtt Tvørkirkjuligt bíbliufelag er stovnað, atfinningarsom bók er komin út, ið sáar iva um Jólaevange
Nógv stríð stóðst um ognirnar hjá føroysku sjúkrakassunum, tá hesir vórðu niðurlagdir, og Heilsutrygd sett á stovn. Hvat varð av av teimum 24 milliónunum í reiðum peningi, sum sjúkrakassarnir áttu, spyrja vit millum annað.
Kringvarp Føroya er á einum vegamóti. Roknskapurin hevur seinast árini givið hall, og fyrsta dagin verða millum 20 og 30 fólk verða søgd úr starvi. Longu nú er skráin skerd munandi. Spurningurin er, hvønn leiklut Kringvarp Føroya skal spæla í f
Rate

Join Podchaser to...

  • Rate podcasts and episodes
  • Follow podcasts and creators
  • Create podcast and episode lists
  • & much more

Unlock more with Podchaser Pro

  • Audience Insights
  • Contact Information
  • Demographics
  • Charts
  • Sponsor History
  • and More!
Pro Features