Eldra ættarliðið dugdi sera væl at taka til og nýta orð og vendingar, sum sótu til júst ta støðuna, sipað varð til. Hóast tað er meiri smáligt við tí í dag, so verða somu aldargomlu orð og vendingar nýtt dag og dagliga.
Tey fægstu munnu vita, hvaðani orðafellið ella orðið stavar. T.d. at renna frá Peri til Pól, kasta perlur fyri svín og at vera borin á hondum ella lógvum. Vit kunna siga so mikið, at tær flestu vendingarnar og orðafellini eru úr Bíbliuni.
Í sendingarøðini "Skrivað stendur", sum vit sendu í 2003, vóru vendingarnar lýstar, hvussu vendingarnar verða brúktar, hvaðani tær hava sín uppruna, og hvør upprunatýdningurin er.
Podchaser is the ultimate destination for podcast data, search, and discovery. Learn More